Legg grundina
Fyrsta skúlaskeiðið gevur tær grundleggjandi tøkniligar førleikar.
1. skúlaskeiðGer tína tøkniligu forvitni til ein yrkisveg.
Verð KT-supportari á Miðnámi á Kambsdali.
~ $ start your_future
Connecting skills and possibilities...
✓ Netverk klárt
✓ Trygd virkin
✓ Framtíðin bíðar
Teldan riggar ikki. Netið er niðri. Ein brúkari hevur tørv á hjálp. Sum KT-supportari ert tú tann, ið finnur loysnina — og fær gerandisdagin at rigga aftur.
Útbúgvingin sameinir skúlagongd og verkliga læru. Tú lærir at arbeiða við teldum, netverkum, ambætarum og trygd. Og tú lærir tað líka týdningarmikla: at hjálpa fólki.
Sí tína leið gjøgnum útbúgvinginaFrá fyrsta kaðali til ta stóru loysnina.
Førleikar, tú kanst brúka í veruleikanum.
Úrval av yrkislærugreinum. Sí allar lærugreinar á almennu síðuni ↗
Fyrsta skúlaskeiðið gevur tær grundleggjandi tøkniligar førleikar.
1. skúlaskeiðVið staðnum fyrsta skeiði og lærusáttmála heldur tú fram við næsta stigi.
2. skúlaskeiðTú mennir tínar førleikar og knýtir saman skúlavitan og verkligar royndir.
3. skúlaskeiðÚtbúgvingin endar við sveinaroynd og sveinabrævi sum KT-supportari.
SveinaroyndarskeiðMillum skúlaskeiðini lærir tú í verki á einum góðkendum læruplássi. Samlaða lærutíðin er 2½ ár.
Á læruplássinum verður vitan til royndir. Tú gerst partur av einum toymi og arbeiðir við veruligum tøkniligum avbjóðingum.
Ein KT-supportari setir upp og viðlíkaheldur teldur, forrit, netverk og ambætarar. Tú finnur og rættar feilir, arbeiðir við trygd og hjálpir brúkarum. KT-supportarar arbeiða bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum.
Samlaða lærutíðin er 2½ ár. Skúlagongdin er 48 vikur: trý skúlaskeið á 23, 10 og 10 vikur og eitt sveinaroyndarskeið á 5 vikur. Restin er verklig læra á góðkendum læruplássi.
Fyri at halda fram á 2. skúlaskeiði skalt tú hava staðið 1. skúlaskeið og hava ein lærusáttmála. Sum meginregla er tað læruplássið, sum innskrivar lærlingin til skúlaskeiðini. Yrkisdepilin vegleiðir um lærusáttmálar og góðkenning av læruplássum.
Útbúgvingin er skipað við støði í donsku IT-supportaraútbúgvingini. Ætlanin er, at tú kanst halda fram á donskum yrkisskúla innan undirstøðukervi. Tað eru tó danski skúlin og viðkomandi myndugleikar, sum avgera upptøku og møguliga góðskriving.
Set teg í samband við Miðnám á Kambsdali á +298 610800 ella kambsdalur@kambsdalur.fo fyri at fáa dagførda kunning um upptøku og tilmelding. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026.
Byrja við einum práti. Vit hjálpa tær víðari.